Jóhanna í Dimmu: “Saman við øðrum ber til!”

Samrøðugreinin í Prei, sum í dagførdari útgávu kann lesast í Dimmalætting. Mynd: Mureldur/Prei

“Bara tú gert títt besta. Tað vóru ráðini, sum Jóhanna á Bergi fekk frá pápa sínum, tá hon sum barn ikki tímdi at lesa og rokna. Fríkorterini, fótbólturin og floytuspæl fyltu meira. Hon spældi bólt millum tey bestu, gekk til tvørfloytu í skúlatímunum og treivst best í skjótum spæli og spennandi kappingum. Tað ger hon framvegis” soleiðis skrivaði Dorit Hansen í samrøðugrein í Prei í fjør, sum bleiv endurprentað í Dimmalætting í vikuskiftinum.

Í farnu viku bleiv havnakonan Jóhanna sett í starv sum stjóri fyri Atlantic Airways, har hon skal íverksetta nýggju strategi felagsins saman við hinum sløk tveyhundrað starvsfólkunum. “Vøllurin er skiftur út við altjóða vinnulív, men samanspælið og samstørvini eru framvegis avgerðandi, tí tað er ikki altíð nóg mikið at gera títt besta. Eitt gott netverk skal eisini til” sum tað eisini stóð í samrøðugreinini í Dimmu.

Jóhanna á Bergi er 44 ára gomul, og hon hevur drúgvar royndir í leiðslu og nevndararbeiði. Seinastu níggju árini hevur hon verið stjóri á Faroe Ship. Hon hevur leiðsluútbúgving frá Robert Gordon University í Skotlandi, og harumframt er hon útbúgvin innan sølu og marknaðarføring á Danska Eksportskúlanum. Jóhanna á Bergi hevur áður verið sølustjóri hjá JFK í átta ár, og eitt skifti var hon søluleiðari hjá Fiskasøluni niðri í Fraklandi. Umframt leiðarastørv hevur hon í nógv ár havt ymiskar nevndarsessir.

”Eg livdi uppi á plenini og kom altíð heim við skurslaðum knøum og skitnum klæðum. Mann sigur, at kvinnur ikki føla seg væl í mannfólkaverðini, men soleiðis havi eg ongantíð havt tað”, sigur Jóhanna á Bergi í samrøðugreinini í Dimmalætting.

Vónandi fær Jóhanna ikki ov nógv skursl í nýggja stjórastarvinum í tjóðarflogfelagnum, men við sínum drúgvu leiðsluroyndum sum stjóri í Faroe Ship síðani 2006 hevur hon í øllum førum eina ávísa ballast til at taka ímóti hesum avbjóðingum.

Drúgva samrøðugreinin við Jóhonnu á Bergi kann lesast í seinastu útgávuni av Dimmalætting.