Kaffistova í Posthúskjallaranum flaggdagin

Á flaggdegnum 25. apríl 2015 fer Norrøna Ungmannafelag Føroya at hátíðarhalda, at 75 ár eru liðin, síðani bretski konsulin, Mason, segði, at føroysk skip skuldu sigla undir Merkinum.

Dagurin verður hátíðarhildin við tveimum áhugaverdum fyrilestrum og hugnaligari kaffistovu í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu 8 í Tórshavn. Opið er fyri almenninginum frá kl. 16 til 18.

Hanus Kamban, rithøvundur, fer at hugleiða. Yvirskriftin er:

“Føroyski samleikin – frá amti til heimastýri”
Endamálið við framløguni er at lýsa stríðið fyri at fáa føroyska flaggið og føroyska málið viðurkent, og hvørjar avleiðingar tað hevði fyri sjálvkensluna í Føroyum. Somuleiðis verður nomið við, hvønn týdning tjóðskaparrørslan og tað, at vit t.d. fingu eitt sjónleikarhús, at ein føroyskur studentaskúli varð settur á stovn og onnur mentanarlig framstig, høvdu fyri føroyska samleikan.

Umframt hetta kemur Sámal Tróndur Finnsson Johansen, søgufrøðingur, at greiða frá um Føroyar undir kalda krígnum. Yvirskriftin er:

“Kalda krígið: Føroyar og Norðurlond”
Almenna orðaskiftið um leiklut Føroya í kalda krígnum verður mangan stýrt av (politiska) kjakinum, sum snýr seg um sambandið millum Føroyar og Danmark. Við at seta leiklut Føroya í kalda krígnum inn í ein (størri) norðurlendskan samanhang, ber til at fáa fram onnur viðurskifti, sum eisini høvdu týdning. Til dømis ber til at kanna nærri, hvønn leiklut Føroyar høvdu í sokallaðu ‘norðurlendsku javnvágini’, t.v.s. ta trygdarpolitisku javnvág, sum var við til at skapa ‘relativan lágspenning’ í norðurlendska økinum. Endamálið við hesi framløgu er at vísa á fyrimunir og vansar við at seta leiklut Føroya í ein norðurlendskan samanhang.

Øll eru vælkomin at hátíðarhalda henda stóra dag.