Kandidatar til ársins leiðara 2015

Mynd 1

Í dag 30. januar verða ársins leiðarar innan almenna og privata geiran kosnir á Ársins Leiðaradegi 2015. Dómsnevndin hevur almannakunngjørt nøvnini á teimum trimum leiðarunum innan teir báðar geirarnar, sum tey fara at velja ímillum.

Niðanfyri eru hesir kandidatar nevndir í alfabetiskari raðfylgju.

Topp 3 kandidatar innan tað almenna:

  • Eyðun Mørkøre, TAKS
  • Guðrið Højgaard, Visit Faroe Islands
  • Magni á Deild Olsen, ALS

Top 3 kandidatar innan tað privata:

  • Atli Gregersen, HiddenFjord
  • Fróði Magnussen, Formula
  • Mourits Mohr, MEST og PAM Offshore

Í dómsnevndini í 2015 sita Gunnleyg Durhuus, Ragnar Joensen og Jóannes Jakobsen. Synergi skipar fyri árliga afturvendandi tiltakinum Ársins Leiðari.