KJ hevur bygt tvíkilju til Hetlands

Sapphire, tá hon í gjár fór av Fuglafirði. Ólavur Asafsson Olsen, stjóri á KJ, fór sjálvur til Hetlands við tvíkiljuni. (mynd: Ólavur Frederiksen, Faroe Photo)

Síggj myndirnar av tvíkiljuni Sapphire, ið fór av Fuglafirði í gjár, tað er KJ, ið hevur bygt snotiliga bátin.
Skotska alifyritøkan Cook Aquaculture Scotland er farin at keypa alibátar frá KJ. Ein tvíkilja er nú latin til eitt alibrúk í Hetlandi, og aftur ein verður í heyst latin til eitt alibrúk hjá fyritøkuni í Orknoyggjum.

Seinnapartin í  gjár loysti tvíkiljan Sapphire av Fuglafirði og setti kós móti Unstinum í Hetlandi, haðar hon kom í dag.

Sapphire er hin fyrra av tveimum tvíkiljum, sum skotska alifyritøkan Cook Aquaculture Scotland hevur bílagt frá KJ á Kambsdali.
Sapphire skal brúkast á alistøðini hjá Cook Aquaculture Scotland í Uyeasound á oynni Unst í Hetlandi, og hin seinna tvíkiljan, sum verður latin fyritøkuni í heyst, skal brúkast á einum alibrúki í Orknoyggjunum.

Cook Aquaculture Scotland hevur eini 15 alibrúk í Hetlandi og eini 10 í Orknoyggjunum.

David Brown, sum er alileiðarin á støðini í Uyesound í Hetlandi, fekk formliga handað tvíkiljuna í Fuglafirði í seinastu viku, og hann er væl nøgdur.

– Vit hava glett okkum til at fáa hesa nýggju tvíkiljuna úr Føroyum. Hon orkar væl, og so ivist eg ikki í, at hon eisini ber seg væl í sjónum – tá hon kann brúkast í Føroyum við tí veðrinum, sum her kann vera, so riggar hon eisini í Hetlandi, sigur hann.

Tær báðar tvíkiljurnar til Cook Aquaculture Scotland eru av slagnum KJ 1400-700. Tær eru 14 metrar langar og sjey metrar breiðar og eru útgjørdar við krana, sum lyftir 32 tons.

Sapphire, tá hon í gjár fór av Fuglafirði. Ólavur Asafsson Olsen, stjóri á KJ, fór sjálvur til Hetlands við tvíkiljuni.