Klaksvíkingar skikkaðu sær illa

Mynd: Ólavur Frederiksen, Faroe Photo

Seks mans fóru til hendurs í Klaksvík í gjár, í onkrum, ið líktiskt einum hópbardaga, veit in.fo frá løgregluni.

Løgreglan kom á staðið, áðrenn nakar gjørdi skaða uppá nakran annan. Løgreglan sigur við in.fo, at einki meira verður gjørt við málið.

Meðan skilið var soleiðis í Klaksvík skikkaðu havnarfólk sær væl, eins og vanligt er, tí var ikki nógv at gera hjá løgregluni.