Klúgving, kajak og sigling við Múrin

North Atlantic Xperience ella Nax skipar fyri 1. floks upplivingum og avbjóðingum við Múrin 2015.

Við Múrin bjóðar øllum gestum eina røð av upplivingum og avbjóðignum. Millum annað kanst tú sum eitt tilboð sigla við skjóttgangandi báti undir bjørgunum í Hesti og inn í ta víðagitnu, veldigu Klæmingsgjónna.

Um tú hevur hug sleppur tú eisini ein túr við kajakk fram við hólminum í Kirkjubø. Dámar tær tó betur hæddina, hevur tú ein stórfingnan møguleika at síga á Gomlurætt.

Vilt tú sleppa at royna teg ordiliga? So er bara at fara ein túr upp á klatriveggin.

Tað er spennandi at klatra, tí tað krevur bæði gott hugflog og kropsligan førleika.

Bussur koyrir av festivaløkinum og aftur.

Gleð teg til avbjóðingar við Múrin.