Knottin amerikanari: “Sólarmyrkingin skuffaði!”

Í gjáramorgunin var amerikanarin Fred Espenak saman við yvir 1000 øðrum staddur við Hotel Føroyar tí løtuna, tá fulla sólarmyrkingin var. Men amerikanarin roknar ikki við at minnast hesa løtuna serliga væl, tí fyri hann var sólarmyrkingin í Føroyum eitt vónbrot.

Við danska blaðið Politiken sigur hann: – Upplivingin var eitt stórt vónbrot. So einfalt kann tað sigast!

Hetta kemst av, at við Hotel Føroyar gjørdist yvirskíggja júst tí løtuna, tá mánin kom fyri sólina.

Amerikanarin er ikki hvør sum helst, Politiken nevnir hann Harra Sólarmyrking, tí hetta var hansara 27. í røðini. Fred Espenak er pensjóneraður stjørnualisfrøðingur hjá NASA og serfrøðingur í júst sólarmyrkingum, og hevur hann ferðast kring allan heim at skoða tær.

Amerikanarin og hinir gestirnir við Hotel Føroyar vóru óheppin, tí aðrastaðni í Havn sást sólarmyrkingin í fullum líki.