Komið og litið Havnina

Leygardagin 15 august frá kl.11-15 kanst tú seta persónliga dám á Havnina. Tórshavnar kommuna byggir eitt fyribils listaverk á økinum aftan fyri Eik Banka í miðbýnum – og tú sleppur at prýða.

Tá ið listaverkið er liðugt, er tað bara hugflogið, ið avmarkar, hvat listaverkið kann verða nýtt til..

Tórshavnar kommuna veitir máling og penslar, og tit koma í málingaklæðum og við hugflognum at prýða verkið.

ØLL eru vælkomin – børn og vaksin. Eisini verður okkurt gott til góman.

Komið og gerið býin stuttligari og livandi.

Til ber at lesa meira um tiltakið á Facebook HER