Kundi líka so væl verið Gripsvegur

Mynd frá nýggja høvuðssæti bankans, sum kemur at liggja á Oknarvegi.

BankNordik byggir nýtt høvuðssæti í løtuni. Í tí sambandi er vegur gjørdur av Tjaldursvegi og yvir til høvuðssætið. Gøtunavnanevndin í Tórshavnar kommunu mælti til, at vegurin fekk navnið Oknarvegur. Hetta var í staðin fyri Húsagarð, sum annars eisini var í uppskoti.

Hinir vegirnir í økinum hava allir navn eftir fuglum, tí skuldi hesin vegurin eisini hava fuglanavn. Húsagarður er eitt staðarnavn í gomlu Havnini, og tí varð tað ikki mett egnað.

Trivnaðarstjórin, mentamálaleiðarin og mentamálanevndin tóku undir vil tilmælinum frá gøtunavnanevndini. Eitt einmælt býrað hevur tí samtykt, at nýggi vegurin skal eita Oknarvegur.

Í BankNordik munnu tey vera glað fyri, at ein vegur longu eitur Gripsvegur…