Latið útjaðaran doyggja, lærið útlendingar at liva

Á Tórsportalinum fara miðlabrúkarar regluliga at umrøða hvørji evnir verða viðgjørd í fjølmiðlunum. Í dag hevur Tórsportalurin fingið Johnny í Grótinum at hyggja nærri at teimum báðum bløðunum hetta vikuskifti.

Tey bæði vikuskiftisbløðini viðgera hesu ferð fólkaflyting.

Vikuskiftislesnaðurin í Sosialinum og Dimmalætting snýr seg hesa ferð um fólkaflyting – á hvør sín hátt. Frá útjaðaranum til miðstaðarøkið, og frá útheiminum til Føroya. Innlendis fólkaflytingin verður umrødd í Sosialinum, meðan forsíðan í Dimmu ber søguna um ein tilflytara til Føroya.  Sagt eitt sindur fýrakantað eru boðini, at vit mugu lata útjaðaran doyggja og duga betur at læra útlendingar at liva í Føroyum.

Latið útjaðaran doyggja

Í Sosialinum er høvuðsevnið demografisku broytingarnar síðstu nógvu árini við eini støðugari flyting úr útjaðaranum til høvuðsstaðarøkið. Í fleiri áhugaverdum greiningum og samrøðugreinum yvir seks blaðsíður verður trendurin lýstur og møguligar loysnir umrøddar.

Turru tølini tala fyri seg. Á teimum átta útoyggjunum í Føroyum búleikast 33% færri enn fyri 10 árum síðani. Einans 235 fólk búgva á Stórudímun, Skúvoynni, Hestoynni, Koltri, Mykinesi, Kalsoynni, Fugloynni og Svínoynni. Í mun til fyri 30 árum síðani er íbúgvatalið 45% lægri, so tað er hesi síðstu 10 árini, at gongdin veruliga hevur tikið dik á seg.

Í samrøðugreinini við búskaparfrøðingin Jóannes Jacobsen verður heldur dapra forsøgnin staðfest: “Vit kunnu ikki halda uppá tær smærru oyggjarnar. Tær fara at avtoftast, óansæð hvat vit gera.” Niðurstøðuna ger búskaparfrøðingurin við støði í gongdini síðstu 30-40 árini. Búskaparfrøðingurin leggur tó dent á, at hetta ikki einans er eitt kjak um Havnina mótvegis útjaðaranum, tí partar av miðstaðarøkinum – har koyrandi er til høvuðsstaðin – standa í vøkstri.

Erika Hayfield, samfelagsfrøðingur, er ikki so avgjørd í sínum niðurstøðum í aðrari samrøðugrein, har hon leggur dent á týdningin av góðum mobiliteti í samfelagnum, bæði innlendis og til útlond. Men samfelagsfrøðingurin ivast tó eisini í, hvørt vit megna at halda lív í smærru plássunum, um vit so royndu.

Lærið útlendingar at liva

Martin Sirkovsky er dugnaligi myndamaðurin, sum sjálvur myndprýður forsíðuna á Dimmu hesu ferð. Martin er ættaður úr Slovakia, men hevur búð í Føroyum síðani 1999.

“Føroyingar duga illa at integrera onnur” staðfestir Martin heldur bersøgi á forsíðuni. Í drúgvu samrøðugreinini inni í blaðnum undirbyggir Martin hesa útsøgn við tilvísing til, at løgreglan í sjey ár forsømdi at kunnað hann um, at hann hevði rætt til fult arbeiðsloyvi. Eisini vísur hann á, at skipaða frálæran í føroyskum málið fyri útlendingar er stak vánaligt skipa, ofta við vánaligum lærarum. Harnæst er tað sambært Martin ein avbjóðing fyri integratiónina av útlendingum, at føroyskar fyritøkur eru ov bangnar fyri at taka væl útbúnar útlendingar inn sum arbeiðsmegi.

“Skalt tú integrerast í føroyska samfelagið, ja, so noyðist tú at gera tað sjálvur” er niðurstøðan hjá Martin í samrøðugreinini.

Upplýsandi miðlar avgerðandi fyri gott kjak

Viðgerðin í vikuskiftisbløðunum av teimum báðum sløgunum av fólkaflyting vísur týdningin av upplýsandi og upplýstum miðlum fyri kjakstøði. Sosialurin eydnast væl at fáa fleiri serfrøðingar at varpa ljós á gongdina við eini áhaldandi miðsavning í Føroyum. Og Dimma hevur við áhugaverdu samrøðuni við Martin fingið sett orð – og andlit – á nakrar av týðandi avbjóðingunum, ið mugu loysast, um Føroyar skulu eydnast við at gerast eitt lokkandi land fyri dugnaligar og væl útbúnar tilflytarar.