Lív Rescue spakuliga á veg innaftur

Skjóttgangandi báturin hjá Sea Shepherd, ið órógvaði grindina í Sandavági í dag, helt til havs, uttan at løgreglan fekk steðga teimum, og løgreglustøðin segði við VP.fo fyrr í kvøld, at báturin enn ikki var tikin.

Men stutt eftir hetta fór Lív Rescue við nógvari ferð til havs, og legði so stilt eina løtu. Tá Lív vendi innaftur var ferðin einans 6 knob.

Í Sea Shepherd í Føroyum bólkinum verður dúgliga gitt, um Lív man sleipa Sea Shepherd bátin.

Fylgið við, hvar Lív Rescue er á vikmar.fo