Lokalpolitikkur drepur landspolitikk

Nú undrast kanska nógv á, at ein býráðspolitikari borðreiðir

við slíkari niðurstøðu í yvirskriftini, men tíverri er hetta

veruleikin í føroyskum politikki. Tey ringastu at reka lokalpolitikk

eru ikki tey, ið vald eru til tað, men tey, sum vald eru at reka

landspolitikk. Nevniliga tey, ið sita á Løgtingi og í Landsstýri.

 

Sjálvur stuðlaði eg avgerðini um at gera Føroyar til eitt

valdømi, men her fóru bæði eg og nógv onnur við mær so

dyggiliga skeiv. Støðan við nalvaskoðandi lokaláhugamálum á

Løgtingi hevur ongantíð verið verri enn hetta seinasta

valskeiðið, har tað fyrst og fremst hevur snúð seg um at kradda

til sín heldur enn at hugsa, hvat tænir landi okkara best. Vónandi

eru vit í eini lærutilgongd, sum so líðandi javnar seg, men ein

loyvir sær at ivast, tí tað hevur verið so grelt í mongum førum.

 

Dømini um, at lokalpolitikkur skuggar fyri øllum øðrum hjá

ávísum landspolitikarum, eru nógv. Tað er, sum um endamálið í

sjálvum sær er, at bara hetta ella hatta ikki verður lagt í Havn,

so er spælið vunnið. Stovnar, skipanir og eindir av ymiskum slagi

verða heldur pettað sundur, so tað hvørki verður fuglur ella

fiskur, í staðin fyri at hugsað verður um, hvussu vit styrkja tær

ymsu eindirnar og gera tær so máttmiklar, sum gjørligt. Júst so

tað verður øllum borgarum at frama og ikki bert tænir sum

arbeiðspláss í einum lokaløki. Hetta seinasta tykist vera tað,

sum alt ov ofta liggur politikarum fremst í huga, ístaðin fyri at

hugt verður at innihaldi og endamáli fyri, hvørja uppgávu

stovnurin ella eindin hevur.

 

Eg havi ikki hug at nevna ítøkilig dømir, tí so veit eg, at

orðaskiftið fer av kós og kann gerast eitt skotgravaskríggj um

hendan ella handan stovnin. Tey flestu, sum fylgja nøkulunda við,

vita, at hetta er tað, sum fyriferst á politiska pallinum. Vit

síggja tað bæði innan almannaøkið, heilsuverkið, skúlaøkið

og onnur økir. Eg fari tí at koma við einari inniligari áheitan á

tykkum, sum eru vald at tæna øllum landinum, um at hava alt Føroya

land í huganum, tá tit taka avgerðir. Tað er eitt minstakrav og

skylda tykkara sum landspolitikarar at hugsa um, hvat tænir landinum

best og ikki bert skoða egnan nalva.

 

Eg vóni tí, at tað verða visjónir vegna alt Føroya land, sum

fara at eyðkenna valstríðið undan komandi løgtingsvali, sum helst

ikki er so langt burtur. Livst so spyrst!

 

Bogi Andreasen, býráðslimur

Fólkaflokkurin