Mannagongdir, tá borgarstjórar verða valdir á ting

Nógv standa spyrjandi, og tí spyr Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu um mannagongdir, tá borgarstjórar verða valdir á ting.

 

Hvussu kann tað bera til, at borgarstjórin í høvuðstaðarkommununi fær undirtøku frá býráðnum, at hann kann vera borgarstjóri og løgtingsmaður samstundis, meðan borgarstjórin í Klaksvík, av meiriluta í býráðnum, verður noyddur at velja antin borgarstjórasessin ella løgtingssessin.

 

Seinastu árini hava fleiri borgarstjórar sitið í Løgtinginum og røkt báðar sessirnar.

 

Hetta valskeiðið hevur borgarstjórin í Runavík boðað frá, at hann røkir báðar sessirnar til nýggjárs, borgarstjórin í Vestmanna situr í báðum sessum restina av kommunu-valskeiðinum, og borgarstjórin á Tvøroyri, ið situr í báðum sessunum, umhugsar støðuna.

 

Talan er um eitt prinsippmál.

 

Tað eigur ikki at kunna setast spurnartekin við avgerð hjá býráðum, um talan er um vælvilja/ illvilja ella

Tí skuldi tað verið klokkuklárar mannagongdir, sum avgjørdu, um ein borgarstjóri fær møguleikan at røkja løgtingssess, samstundis sum hann er borgarstjóri.

 

Á tingfundi 17. september boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi

 

Á tingfundi 17. september boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

  1. Heldur landsstýriskvinnan, at talan er um  prinsippmál, har allir borgarstjórar eiga at vera javnstillaðir?
  2. Heldur landsstýriskvinnan at talan er um javnbjóðis treytir, tá t.d. borgarstjórin í Tórshavn og fleiri øðrum        kommunum kunnu sita í báðum sessum, meðan borgarstjórin í Klaksvík, skal velja annan sessin frá?
  3. Hevur landsstýriskvinnan í kommunumálum somu áskoðan sum fyrrverandi, at borgarstjórar settir fulla tíð, ikki samstundis kunnu sita í Løgtinginum?
  4. Hevur landsstýriskvinnan ítøkiligar ætlanir um at fremja broytingar í kommunustýrislógini?