Menn ristað reyv hjá MonaFitness

Gilli, Bjørn og Jan Otto hava vant við MonaFitness og lata væl at.

Á Facebook-vanganum hjá MonaFitness er ein vangamynd av trimum av teimum fáu manligu luttakarunum á fitness-skeiðum hennara í Dansifrøi. Sum Tórsportalurin áður hevur skrivað um, so inngongur twerking – ristað reyvina – í skránni fyri venjinginarnar. Teir tríggir mennirnir eru Gilli, Bjørn og Jan Otto.

Hvat halda tit um HIIT?

Gilli: “Eg haldi at HIIT er uppfrískandi. Deiligt at koma upp um morgunin og gott fyri restina av degnum.”

Bjørn: “Eg haldi eisini tað er ordiligt frískligt. Man plagar at vera sløvur um morgunin, men tá man er komin heim og hevur vant, so er man tip top altso.”

Jan Otto: “Fantastiskt at koma tíðliga upp, man ger einki tá alíkavæl. Og fyri meg hevur tað verið ótrúliga gott, at komið í grundform. Eg ætli mær at byggja víðari uppá hetta. ”

Nú eru tað ikki so nógv mannfólk til venjing, hvussu hava tit tað við tí?

Gilli: “Tað ger einki, meira pláss til okkum”

Bjørn: “Tað er ikki nakað man hugsar um. Men tað hevði verið stuttligt um tað var meira . Tó haldi eg hetta er fínasta slag.”

Jan Otto: “Tað fyrsta eg hugsaði var, shit, her eru nógv konufólk. Veit ikki um eg tími hettar her. Men tá vit komu í gongd, so verður bara hugsað um sín egna form.”

Hvat hendir so eftir HIIT?

Jan Otto: “Eg vænti eg fari at sakna tað. Eg haldi tað er stuttligari við einum bólti, men tú fært gjørt ymisk ting uttan bólt. Eg giti eg fari at venja 2 ferðir um vikuna eftir hetta. ”

Gilli: “Hetta er tað einasta ið hevur hildið meg í gongd, í langa tíð. So eg satsi uppá at hetta fær eitt sindur av disiplin í meg. ”

Bjørn: “Eg havi heldur ikki gjørt nakað ordiliga leingi. So vónandi kann eg byggja víðari .”