Myndir: Barnafótbólturin er byrjaður aftur

Tórsportalurin var við, tá fótbóltskappingin byrjaði aftur eftir summarfrítíðina í dag. HB D í U14 kappingini vitjaði á Skála, og havnaliðið vísti skáladreingjum hvar skápið skuldi standa. Eftir eitt heldur óruddiligt fyrsta korter, har HB málmaðurin slapp at vísa sínar góðu málamansdygdir nakrar ferðir, sat HB á mest sum øllum spælinum endaliga úrslitið 6-2 mundi ikki vera heilt við síðurnar.