Myndir nýggja tingið kom saman

Í dag kom nývalda løgtingið saman. Páll á Reynatúgvu (E) varð valdur tingformaður, Heðin Mortensen (C) næstformaður, Edmund Joensen (B) annar næstformaður og fráfarandi tingformaður Jógvan á Lakjuni (A) varð triðji næstformaður.

Løgmaður gjørdist sum vænta Aksel Johannesen (C), Høgni Hoydal (E) varð landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Poul Michelsen (F) varð landsstýrismaður í vinnu- og uttanlandsmálum, Kristina Háfoss (E) varð landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Sirið Steenberg (E) varð landsstýriskvinna í heilsumálum, Henrik Old (C) varð landsstýrismaður í innlendismálum, Rigmor Dam (C) varð landsstýriskvinna í mentamálum og Eyðgun Samuelsen (C) varð landsstýriskvinna í almannamálum.