Nebula ráðstevnan gevur innlit í íverksetan

Leygardagin 15. august verður ókeypis íverksetanarráðstevnan Nebula hildin fyri fjórðu ferð í Reinsarínum í Tórshavn.
Dagurin bjóðar øllum íverksetara-áhugaðum íblástur, vegleiðing og netverking. Umframt framløgur har íverksetarar deila út av sínum royndum, verða básar frá ymsum stovnum og fyritøkum til staðar, sum kunnu hjálpa tær á leiðini frá hugskoti til veruleika.

Tiltakið byrjar klokkan 13 leygardagin tann 15. august í Reinsarínum í Tórshavn. Tað er ókeypis at luttaka, og tilmelding er á heimasíðuni www.nebula.fo.