NIÐURTELJINGIN TIL ÓLAVSØKURÓÐURIN ER BYRJAÐ

Ólavsøkuróðurin er fyri stavn, og Áhugafelagið ólavsøkuróður, sum er samstarv millum tey trý róðrarfeløgini í høvuðsstaðnum, fyrireikar seg til at geva fólki eina uppliving, har tey fáa mentan og spenning fyri allar pengarnar.

Áhugafelagið vil gera róðurin til eitt tiltak fyri alla familjuna og hevur skapt fleiri nýggj tilboð í hesum sambandi. Í fjør kom Homlulandið, sum er eitt stórt og ókeypis barnaland, har børnini sleppa at spæla spøl sum í gamlar dagar, umframt at fleiri sølubúðir seldu mat og drekka á bryggjuni.

Sum nakað nýtt í ár verður Sjúrður Skaale frásøgumaður á bryggjuni undir róðrinum, og Tórbjørn Jacobsen fer at halda eina dundurtalu í sambandi við handanina av ólavsøkusteypunum.

Homlulandið og sølubúðirnar verður aftur í ár, róðurin verður vístur á stórskíggja, ódnartøk verða tikin beint framman fyri áskoðarunum, menn fara at leypa á sjógv úr stigabilinum hjá sløkkiliðnum, fyri ikki at gloyma allar teir sera spennandi kappróðrarnar, sum verða í ár. Alt hetta, sum ger, at øll familjan kann fara av húsi til ólavsøkuróður og fáa eina góða uppliving.

Á heimasíðuni hjá Áhugafelagnum ólavsøkuróðri á Facebook ber til at fylgja við øllum tí, sum fer at henda til ársins róður. Dagført verður hvønn dag fram til 27. juli. Adressan er www.facebook.com/olavsokurodurin