Nógv meira data fyri sama prís

Alsamt fleiri føroyingar brúka internetið á telefonini, eisini tá tey ikki eru við hús. Vodafone hevur gjørt tað møguligt at vera nógv meira á netinum, heilt uttan meirkostna.

Tey, ið hava RED small fáa tíggjufalda sína datamongd og kunnu nú brúka 1 GB av data um mánaðin. Tey við RED medium og RED Large fáa seksfalda datamongdina og kunnu nú brúka ávikavist 3 GB  og 6 GB um mánaðin, fyri sama prís.