Norðoya Sparikassi tvífaldar avlopið og økir virksemið

Avlopið í 2014 var 11,5 milliónir og eginpeningurin vaks 8,6 %

Úrslitið hjá Norðoya Sparikassa var meiri enn tvífalt so gott í 2014, sum tað var árið fyri, og samsvarar væl við metingar sparikassans í 2013. Útlán og ábyrgdir øktust við 4,4 % og innlán øktust við 6,9 % í 2014. Sparikassin er væl nøgdur við úrslitið.

Vøkstur í útlánum, ábyrgdum og innlánum
Vøksturin í útlánum og ábyrgdum var 4,4 % ella 67 mió. kr. Útlánini øktust úr 1.486 til 1.535 mió. kr., og ábyrgdirnar øktust úr 38 mió. kr. upp í 56 mió. kr.

Vøksturin í innlánum var 6,9 % ella 116 mió. kr. – úr 1.688 mió. kr. upp í 1.804 mió. kr. Innlánsavlopið øktist aftur í 2014 – hesaferð við 66 mió. kr. og var 269 mió. kr. við ársenda 2014.

Í august 2014 afturrindaði sparikassin restina av hybrida kjarnukapitalinum frá danska statinum. Upphæddin var 25,1 mió. kr. Harvið er sparikassin nú leysur av øllum lánum frá danska statinum.

Á umboðsráðsfundinum í 2014 varð samtykt at renta ábyrgdarpeningin við 5 % omanfyri hægstu innlánsrentu fyri 12 mánaða uppsøgn ella samanlagt góð 6 %. Rentupolitikkurin fyri ábyrgdarpening í ár er tann sami.

Gjaldførið er gott: Við ársenda 2014 var yvirdekningurin sammett við lógarkravið 123,4 %.

Eisini solvensurin er góður: Við ársenda 2014 var solvensurin 18,2 %, meðan individuelli solvenstørvurin var 11,4 %. Harvið var solvensyvirdekningurin 6,8 % stig.

Umboðsráðsfundur verður hósdagin 16. apríl 2015. Eftir fundin verður ársfrásøgnin fyri 2014 tøk á heimasíðu sparikassans www.ns.fo.

NORÐOYA SPARIKASSI
Marner Mortensen, stjóri