Norðurlendskir úrmælingar í Norðurlandahúsinum

Nýggi tónleikabólkurin Borealis Band við m.ø. Mattias Kapnaas, Guðrið Hansdóttir og Ernst Remmel, hevur verksmiðju og frumframførslu í Føroyum.
Endamálið við verkætlanini Borealis Band er at sameina 9 tónleikaúrmælingar  í aldursbólkinum 20-30 ár undir leiðslu av íslendska Samuel Jón Samúelsson.
Orkestrið er mannað við 3 tónleikarum frá Føroyum, Íslandi og Grønlandi i.

Orkestrið hevur í løtuni eitt slag av venjingarlegu í Norðurlandahúsinum.  Tónleikastílurin er ein blanding ymiskum tónleikastílum m.a. rock, folk, reggea, jazz, fusjón, stórbandstónleikum við  við íblástri frá siðbundnum tónleiki úr útnorði o.a.
Borealis Band hava í fyrsta umfarið 4 konsertir í Tórshavn, Keypmannahavn, Nuuk og Reykjavik, Tónleikastílurin er funk, jazz, fusjón og stórbandstónleikur. Høvuðsstuðul til verkætlanina er Nordisk kulturfond.

Úr Føroym koma Ernst Remmel, Guðrið Hansdóttir og Mattias Kapnas, sum øll trý eru kend á føroyska tónleikapallinum. Eisini eru tað fleiri ið kennast við Samuel Jón Samúelsson, sum m.a. er kendur frá Retro Stefsson.

Í løtuni eru venjingar hvønn dag í Norðurlandahúsinum við Borealis Band,

Konsertin verður fríggjakvøldið 24. Apríl, kl. 19.30.

Manningin í Borealis eru:

Ísland

Samúel Jón Samúelsson – orkestur og tónlistaleiðari og spælur trombon
Unnstein Manuel Stefánsson – sang, gittar
Ingibjörg Elsa Turchi – bass
Grønland
Thelma Lyberth – sang, gittar o.a.
Jonas Nilsson– slagverk
Pauline Christiansen – trompet o.a

Føroyar

Guðríð Hansdóttir – sang, gittar o.a.
Mattias Kapnas – tangentar
Ernst Remmel – trompet o.a.