Nú byrja heilsustimbrandi venjingar fyri eldri aftur

Fyribyrgjandi og heilsustimbrandi ergoterapi byrjar nú aftur í FIMI. Næsta skeiðið byrjar 5. mars. Ert tú 67 ár ella eldri og borgari í Tórshavnar kommunu, ber til hjá tær at venja saman við øðrum.

Fyribyrgjandi ergoterapi samantvinnar kropsligu, sálarligu, sosialu og fatanarligu førleikarnar. Vant verður týsdag og hósdag fyrrapart í 10 vikur í FIMI í Gundadali, og kostnaðurin er kr. 600,- fyri skeiðið.

Aðruhvørja ferð er ein drekkamunnur eftir venjingina, har luttakararnir skiftast um at hava okkurt afturvið til drekkamunnin. Endamálið við fyribyrgjandi ergoterapi er:

– At stuðla undir og fremja góða heilsu
– At økja kropskensluna
– At økja lívsgóðskuna
– At lætta um gerandisdagin
– At viðlíkahalda sosialu førleikarnar

Tilmelding fer fram við at venda sær til Tórshavnar kommunu, Heilsu- og umsorganartænastuna, Ergoterapeuttoymið – ergo@torshavn.fo ella á tel. 302000