Ólavsøkuróðurin nógv at bjóða í ár

Ólavsøkuróðurin nærkast, og við honum eisini tann stóra finalan í føroyskum ítrótti, tí ongastaðni savnast vit so mong sum til hetta hæddarpunktið hjá tjóðarítrótti okkara. Seinast var metnógv fólk, og viðrar, koma helst upp aftur fleiri hesa ferð.

Tí ólavsøkuróðurin hevur ment seg til at vera eitt tiltak fyri bæði børn og vaksin og bjóðar nú mentan og spenning til alla familjuna.

Umframt kappróðurin eru sølubúðir á bryggjuni, stórskíggi vísir róðrarnar, Homluland hevur ókeypis aktvitetir til børnini, Danny & The Veetos fara at jamma fyri smáum og stórum, somuleiðis ókeypis – og sum nakað nýtt í ár fer ólavsøkuróðurin sum fyrsta tiltak í Føroyum at hava ballónir við føroyskum motivum til børnini. Einum lundapari í føroyskum klæðum.

Vit gloyma ei heldur allar vinirnar og kenningarnar, sum vit hitta á bryggjuni, fyri ikki um at tala róðurin sjálvan, har serliga tíggjumannaførini eru so tøtt, at vit næstan við garanti fáa eina rimmar finalu, har kanska allir bátar fara at koma strúkandi um málið í senn.

Og so fer ein kendur útvarpsvertur at siga sína hjartans meining um kappróður og tjóðskap, tá ið hann fer at flyta fram røðu til steypahandanina, og endað verður við stórari felagsmynd av ársins føroyameistarum.

Jú, tað eru nógvar orsøkir at vitja ólavsøkuróðurin 2016, bæði hjá smáum og stórum.