Prestur ætlar at draga tíðindamann í rættin

Ann Dahl Hansen prestur í Havnarkirkju og ein av stigtakarunum til bønarhaldið á Vaglinum, boðar á facebook frá, at hon kennur seg ærumeiddan av Justinus Eidesgaard tíðindamanni, og ætlar at draga hann í rættin fyri brot á 266B.

Ann skrivar á vangan hjá Justinus:
Screen Shot 2015-08-30 at 7.34.56 PM
Prestur tekur so hvassliga til orðanna eftir, at Justinus somuleiðis á Facebook hugleiður, um hvussu ein krisitn samkyndur maður, kennur seg heimsleysan í kirkjuni, tí hansara prestur Ann Dahl Hansen er ein av stigtakurunum til politiska bønarhaldið á Tinghúsvøllinum. Justinus skrivar:

Screen Shot 2015-08-30 at 7.36.51 PMÆrumeiðing, ið Ann Dahl Hansen nevnur er annars ikki fevnt av 266b, men av paragraffini 266a, so tað er ikki heilt greitt, um Ann Dahl Hansen ætlar at kæra Justinus eftir báðum paragraffum, ella aðrari.

Bønarhaldið hevur uttan iva sett djúp spor, og kjakið á Facebook og millum manna hevur verið sera hart.

Heilt nógv fólk møtti upp til bønarhaldið, og millum tey, ið luttóku vóru løgmaður og borgarstjórin í Havn.

bonarhald3bonarhald2