Rokksøgukonsert við nøkrum av teimum bestu

Lív Dam var ein sannur fongur. Umframt góða og klára rødd dugdi hon væl at føra seg fram á pallinum og var hartil snotilig.

Løg við Simma, Teitur, Teimum av Kamarinum, Mold, Lív Dam, Stanley Samuelsen, Deja Vu, Rúna á Heygum, Deiggj og nógvum øðrum vera at hoyra á stóru Rokksøgukonsertina leygarkvøldið.

Í sambandi við útgávuna av Føroysku Rokksøguni verður stórt hátíðarhald og konsert í Reinsarínum leygarkvøldið 9. juli. Nøkur av okkara fremstu tónleikanøvnum gjøgnum tíðirnar fara á pall antin sum einstaklingar ella saman við væl upplagda húsorkestrinum.

Her verður høvið saman at fegnast um tónleikin, sum hevur glett føroyingar so nógv síðan mitt í síðstu øld. Eisini fara høvundarnir at siga nøkur orð, og hugleiða í sambandi við framførslurnar.

Vit kunnu vit lova, at her verður kýnt fyri hoyrisansinum við nøkrum av okkara størstu klassikarum. Millum gestasangarar og gestatónleikarar eru Teitur, Simme, Stanley Samuelsen, Nicolina og Eyðbjørn av Kamarinum, Rúna á Heygum, Líggjas og Flóvin úr Deja Vu, Lív Dam, Fróði og onnur úr Deiggj, Vanja Carlsen, Niclas og Kristin úr Mold, Rókur Jákupsson Jakobsen, Jógvan Andrias Joensen, Hans Jacob Kollslíð og Kári Sverrisson og Evi Tausen.

Møguleiki verður eisini at keypa bókina fyri serprís, kr. 300,- og fáa hana signeraða. Vanligur prísur verður kr. 398.-

Konsertin er frá kl. 20.30 og atgongumerki fáast á síðuni hjá Reinsarínum og í Kunningarstovuni í Havn.