Sea Shepherd sigla um oyggjarnar

(mynd: Ólavur Frederiksen, Sea Shepherd)

Brigitte Bardot hjá Sea Shepherd hevur seinastu dagarnar siglt kring landið, og nógvar fráboðanir hava verið um, at skipið er at síggja á ymiskum støðum bæði sunnanfyri og norðanfyri.

Ólavur Frederiksen frá FaroePhoto var úti við RIB62 í heystfirði í gjár, tá teir sóu Brigitte Bardot. Ólavur klikti hesar myndirnar.