So illa raktu Fynd og Gallup

Eftir Fólkatingsvalið vóru røddir frammi um, at veljarakanningar ikki kundu takast í álvara longur, tí úrslitið var so skeivt. Nú Løgtingsvalið er farið afturum, er kritikkurin av hesum fyritøkum harðnaður.

Enntá var onkur floksformaður, ið hevði hug at geva kanningarfyritøkunum skuldina av sínum ringa vali.

Hetta er tó ivaleyst at taka munnin ov fullan. Men heilt greitt er, at kanningarfyritøkunum mugu eftirmeta síni úrslit og møguliga tillaga sínar metodir.

Serliga er nýggjasta kanningin, ið Fynd gjørdi fyri Kringvarpið og Miðlahúsið heilt við síðurnar av. Bert tingmannatalið hjá tveimum flokkum Nýggja Sjálvsstýrinum og Sambandsflokkinum fekk kanningin rætt. Meðan kanningin hjá Gallup, hóast hon í prosentum er rættiliga nógv við síðurnar av, so hevði hon rættta tingmannatalið hjá fýra flokkum, Fólkaflokkinum, Sambandsflokknum, Javnaðarflokkinum og Miðflokkinum.

Tann flokkurin, ið ringast var at spáa um, er Framsók, ið fær helvtina av teimum tinglimum, ið tey vóru spádd at fáa.

Flokkur Val umboð / % Fynd umboð / % Gallup umboð / %
A 6 / 18,9% 7 (+1) / 20,4%(+1,5%) 6 (0)/ 18,2% (-0,7%)
B 6 / 18,8% 6 (0) / 19,2%(+0,4%) 6 (0)/ 19% (+0,2%)
C 8 / 25,1% 6 (-2) / 19,3% (-5,8%)
8 (0)/ 22,9% (-2,2%)
D 2 / 4,0% 2 (0)/ 5,9% (+1,9%)
1 (-1)/ 3,10% (-0,9%)
E 7 / 20,8% 5 (-2)/ 16,5% (-4.3%)
6 (-1)/ 19,4% (-1,4%)
F 2 / 7% 4 (+2)/ 11,2% (+4,2%)
4 (+2)/ 10,6% (+3,6)
H 2 / 5,5% 3 (+1)/ 7,4% (2,2%)
2 (0)/ 6,8% (1,3%)