Spennandi bland til G! skránna

G! Festivalurin avdúkar aftur í dag fýra nøvn sum vera at hoyra í Syðrugøtu í summar. Enska popp stjørnuskotið Jamie Woon, danski plátuvendarin Cohnny Jazz, og so Hogni og Tinganest úr Føroyum.

Størsta av hesum nøvnum er uttan iva enski Jamie Woon, við hevur G! Festivalurin tryggja sínum gestum eina framúrskarandi tónleikauppliving. Lurtaravinaraligi tónleikurin kínur fyri oyrunum, samstundis, sum tey skapa eitt heilt serligt huglag.
Fløgan hjá honum ’Mirrorwriting’ ið kom út í 2011 er vorðin ein gimsteinur innan soul/r’n’b tónleik. Hon fekk bæði góð ummæli og sølutøl, og lagið Night Air vann honum nógvar fjepparar.

Cohnny Jazz
Við einari tónleikasamling verandi av vinyl plátum heintaðar úr mongum ymsum hornum kring heimin, er Cohnny Jazz ein tann mest áhugaverdi diskarin í Keypmannahavn og samstundis eisini á hægri heimstøði innan sítt serstaka økið nevniliga cumbia tónleikur úr teimum Suðuramerikansku Caribisku oyggjunum.

Hogni
Gittarin og røddin eru amboðini, sum mynda peppaða og til tíðir uppreistrarsinnaða tónleikin, sum  Høgni Lisberg borðeiður við í bólkinum Hogni.
Høgni sýnist hava íbornar gávur at standa á einum palli. Hann smæðist ikki burtur og dugir at fáa fólkið við sær. Við 6 útgávum og fleiri ára pallroyndum á baki leggur Høgni upp til eina peppaða konsert við knýttum neva á lofti.

Tinganest
Tinganest er tá ráa óspilta vøran. Hetta er bólkurin, ið defineraði vágasound, eina heila tónleikaaldu, ið er líka føroysk sum kvæðini.
Við eini rúgvu av hittum av trimum kassettubondum og eini savnsfløgu, er greitt, at hetta ikki er nakar nýggjur bólkur.
Seinastu árini hevur manningin í bólkinum verið støðug, við teimum báðum oddamonnunum sangarunum Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum, saman við tveimum øðrum vágamonnum. Henda manningin hevur arbeitt við nýggjum tilfari, og verður okkurt skjótt at hoyra frá teimum.

G! Festivalurin verður 16.-17.-18. juli. Tað er frammanundan greitt, at At The Gates, Analogik, Gluteus Maximus, Kiasmus, Eivør, Teitur og Marius Ziska verða millum nøvnini á ársins G!. Enn ber til at fáa atgongumerki til lægri prís. og prísurin hækkar upp á 995 kr. mánadagin 2. marts