Stórarbeiði við rundkoyring á Landavegnum

Kommunan hevur nú skift og dagført regnvatnsleiðingar og kloakkina í norðaru vegbreyt á Landavegnum. Nú verður kloakk og og fjarhiti lagdur í sunnaru vegbreyt. Arbeiðstakari er Andrias Berg.

Hesa vikuna verður vegbanin á norðaru vegbreyt asfalteraður. Ferðandi verða biðin um at halda kommununi til góðar og at vera varin í ferðsluni.

Stóra dagføringin av økinum kemur at merkja nógv fyri umhvørvið, eitt nú slepst undan kloakklukti og rottum.

Meira spennandi er kanska, at tá arbeiðið skjótt verður liðugt og allur vegurin dagførdur við bæði gongu- og súkklubreytum, so verður ein nýggj rundkoyring gjørd á vegamótinum Íslandsvegur, Landavegur og Heygsvegur.

Alt arbeiðið verður liðugt í summar.