Tá omman bleiv viral

Vit hava havt ein hval, ið sprongdist, hønur og Hamferð í sólarmyrking, men nú sær út til, at enn ein føroysk video er vorðin viral.

Brynhild Fríða Eystberg Sørensen úr Húsavík hevur lagt eina video av mammu síni Annie Eystberg Jensen úr Skopun, ið ikki longur kann brúka vinstru hond, men hetta forðar henni ikki í at binda.

Lítla videoin er ein lívsjáttandi frásøgn, um at finna møguleikar, har onnur síggja forðingar.

Videoin er nú víst heilar 34.000 ferðir og deild yvir 300 ferðir.

Til ber at síggja videoina her.