Tá sjónarringurin ikki røkkur útum reyvarringin

Tað kann væl vera, at Spielberg hevur avlýst sína ferð til Føroyar, men hvat ger tað, tá vit hava okkara egnu útgávu av Ringanna harri? Í Føroyum hava vit nemliga ein løgtingsformann, sum – eins of Frodo – leggur lív og sál í ringin yvir øllum ringum. Jógvan hevur nemliga dedikerað sítt lív til at verja reyvarringin hjá føroyskum mannfólki.

Meðan Frodo berjist má berjast móti orkum, so er fíggindin hjá Jógvan: Talufrælsi, trúarfrælsi og upplýsing.

”Eg stúri fyri tí ávirkan, hetta hevur á tað yngra ættarliðið… tá ið eg hugsi um slíkt sum hetta, ið er við til at rota samfelagið innanífrá.” – Jógvan á Lakjuni

Nú eri eg nakað væl yngri enn Jógvan, og kann heilsa og siga, at hjá tí yngra ættarliðinum verður tað ringt at finna nakran, sum grætur gleðistár yvir sensur og forboð. Stutt sagt, so er sensurur barnið hjá óttanum og mamman at fávitskuni. Also ikki ein familja, sum mann ikki hevur hug at verða partur av.

… og heilt erligt, so hevur tað yngra ættarliðið annað at gera, enn at taka sær av vaksnum monnum, sum onki betri hava at gera enn at ansa eftir reyvaringinum hjá føroyskum mannfólki.

So góði Jógvan og øll tit, sum ikki megna at síggja stjørnur uttanfyri reyvaringin: Verið nú ikki so analfikseraði, tí tað finnast eisini stjørnur uttanfyri prumparin.

Hergeir Staksberg