Tað loysir seg at keypa føroyskt

Grikkar máttu í gjárkvøldið ásanna, at tað loysir seg at keypa føroyskt, tí meðan øll flogførini hjá Atlantic Airways settu seg í Vágunum, so metti flogskiparin á grikska leiguflogfarinum, at mjørkin var ov tjúkkur yvir flogvøllinum.

Sostatt mátti flogfarið venda við, og flúgva grikska landsliðið til Danmarkar, har teir hava sovið í nátt.

Virgar Hvidbro frá FSF sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at landsliðið, ið skal møta føroyska landsliðnum á Tórsvølli í annaðkvøld, kemur til landið við Atlantic Airways í dag. Grikska leiguflogfarið var bert leigað fyri ein dag, so tað er farið heim aftur til Grikkalands.