Tann hjá Ingolfi er størri enn tann hjá Rólanti

Ingolf S. Olsen mátti upp á ein kassa fyri at røkka upp at gera samrøðu við Johnny í Grótinum. (mynd: Uni Arge)

Vit skrivaðu fyrr í morgun um hvussu KVF setti Rólant Waag Dam á múrsteinar fyri at fáa hann at síggja størri út, tá hann gjørdi samrøðu við Finn Hansen í Degi og viku í gjár.

Les eisini: Journalistforleingjari

Men ein lesari var skjótur at senda okkum omanfyristandandi mynd, har vit síggja, táverandi sjónvarpsmannin  Ingolf S. Olsen, ið stillaði seg uppá ein kassa av kopipapíri, tá hann skuldi gera samrøðu við Johnny í Grótinum, ið var nakað væl hægri enn Ingolf. Sostatt var Ingolfsa journalistforleingjari munandi størri enn tann hjá Rólanti.