Teitur spælir eykakonsert

(Mynd: Paw Gissel)

Tað gekk skjótt hjá Reinsarínum at selja tey 150 atgongumerkini, ið vóru sett til sølu á í sambandi við konsertina hjá Teiti í Reinsarínum.

Nú verður skipað fyri eini eykakonsert hóskvøldið 5. februar kl. 21:00.

Stutt fyri jól fylti Teitur økið millum Reinsaríið og Miðlahúsið við fólki, tá hann spældi eina heilt fantastiska konsert saman við strúkarum og slagverki.

Nú verður talan um eina intima solokonsert innið á Reinsarínum, har Teitur millum annað sleppur at royna nýggjar flygelið á Reinsarínum.

Tey, ið hava uppliva Teitur solo, vita, at her er altíð talan um sera nærverandi og persónligar framførslur.
Teitur gav í fjør út frálíku útgávuna Story Music, ið hevur fingið sera góða móttøku, serliga lagið Rock’n’Roll Band hevur verið nógv at hoyrt, og var í uppskoti sum ársins lag í fjør. Hóast hann ikki hevur eitt rock’n’roll band við sær hesaferð, so er eingin ivi um, at lagaskatturin hjá Teiti, man vera ein tann besti, ið ein føroyskur sangskrivari kann bjóða.

Keyp atgongumerki til eykakonsertina her