Tórshavnar musikkskúli nýggjan leiðara í heyst

Mynd frá Tòrshavnar Musikkskúla

Bo Isholm, ið hevur verið skúlaleiðari á Tórshavnar Musikkskúla síðani 2004, er farin úr starvi. Í næstum verður lýst eftir nýggjum leiðara til starvsbyrjan 1. oktober 2015 ella eftir nærri avtalu.

Sum virkandi skúlaleiðari, inntil nýggur leiðari er settur og komin í starvið, er settur Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari í Tórshavnar kommunu.

Tórshavnar Musikkskúli hevur verið í stórari menning farnu árini og er týdningarmikil liður í mentanarlívinum í høvuðsstaðnum. Skúlin bjóðar tónleikaundirvísing til børn og ung á høgum fakligum stigi í eini røð av ljóðførum og sangi.

Harumframt er Tórshavnar Musikkskúli virkin ígongdseti og samstarvspartur í fleiri verkætlanum og tiltøkum á føroyska mentanarpallinum. Starvslýsingin verður tøk týsdagin í komandi viku á torshavn.fo og ymiskum miðlum.