Tórsportalurin eigur tað mest viralu søguna í løtuni

Topplistin.com er heimasíða, ið mátar hvussu viralar søgur á føroysku netmiðlunum eru. Hetta verður gjørt við at telja saman hvussu nógv dáma, deila og viðmerkja til greinar. Samanteljingin er fyri seinastu 24 tímarnar, og í løtuni er okkara grein um Viralu ommuna, tann mest trendy greinin millum føroyingar á sosialu miðlunum.

Langt er niður til søguna á øðrum plássi, sum er ein søga á in.fo um, at ein klaksvíkingur er á Racerunner kapping í Danmark.

Kl. 12 dettur omman tó av listanum, tí tá hevur hon ligið út í 24 tímar.

Í skrivandi stund hava næstan 46.000 hugt at ommuni og 432 fólk hava deilt leinkjuna.

Vitjið Topplistan her