Trivnaðarnevndin hevði sín síðsta fund

Trivnaðarnevndin í Tórshavnar kommunu hevði í dag sín síðsta fund í hesi býráðssetuni.

Stóra málið hjá trivnaðarnevndini hevur verið at taka ímóti og skipa eldraøkið í Tórshavnar kommunu.

Eldraøkið var eisini á skránni í dag, har umboð frá Heilsu- og umsorganartænastuni greiddu frá ymsum arbeiðsætlanum og verkætlanum.

Eldraráðið varð eisini boðið við til hendan partin av fundinum. Hetta var eisini síðsti fundur saman við hesum eldraráðnum, tí eitt nýtt eldraráð, sum valt varð í oktbober, tekur við á nýggjárinum.

(Kelda: Tórshavn.fo)