
Í morgin leygardagin 15. apríl ger venjingarstøðin Tvørmegi nakað burtur úr, at tað nú eru liðin tvey ár síðani einasta CrossFit venjingarmiðstøðin í høvuðsstaðnum opnaði. Tvørmegi heldur til í gomlu hølunum hjá sjónvarpinum, har tey hava umbygt hølini til venjingarhølir í ráa stílinum hjá CrossFit.
Leygardagin hevur Tvørmegi sostatt opið hús frá klokkan 13-15, har tað er ókeypis venjing. Eisini geva tey komandi vikuna ein serligan avsláttur fyri limaskap.
CrossFit er venjingarháttur, har tú sum íðkari í stóran mun brúkar títt egna likam sum venjingartól í staðin fyri maskinur. Tú kanst lesa meiri um venjingina á heimasíðuni hjá Tvørmegi. Á hesi video kanst tú læra meiri um, hvat CrossFit-venjing er fyri nakað: