Twerk er komið til Føroya!

Hervið skjalfest, at twerk er komi til Føroya.

Um tú ivast í, hvat twerk er, so hevur tú ikki fylgt við í altjóða poppmentanini síðsta árið. Svingandi kvinnurumpur er tað heilt stóra hittið úti í heimi. Og nú er fyribrygdi komi til Føroya!

Mona Breckmann, kvinnan handan MonaFitness, hevur nýliga sett í gongd eina skeiðrøð í ‘high intensity interval training’, har skeiðsluttakarar fáa møguleika at koma í gongd við intensiva venjing í Havn.

Sum brotið niðanfyri vísir, so er twerk ein týðandi partur av venjingini!