Umvælingar á Kongaskipinum

(Mynd: Havnar Træsmiðja á Facebook)

Tá kongaskipið Danneborg kom á Havnina í gjár varð høvið nýtt at gera onkrar smávegus umvælingar umborð á okkurt innbúgv.

Snotiliga stálskipið frá 1932 brúkar einans bestu og mest nærlagdu handverkarar, og tá tað snýr seg um dygdargott træarbeiði, so er Havnar Træsmiðja torfør at taka.

So tí kundu snikkararnir í Mykinesgøtu í øllum førum fyri ein dag breggja sær av at vera kongiligir hoffleverandørar.