Ungir havnarmenn spæla við Kaj Klein

Mynd: Elin Smith Wolffsen

Bendar Spónir eru farnir til Jútlands ella nærri sagt Toustrup Mark at spæla inn eina fløgu við vestmenninginum Kaj Klein, og upptøkurnar ganga sera væl, verður sagt úr Toustrup Mark.

Kaj Klein, ið telist millum okkara mest sermerktu og dugnaligu sangarum og sangskrivarum, hevur sínar røtur í Vestmanna, men hevur áður spælt saman við havnarbólkinum Mold, men eisini saman við júst Bendum Spónum, hetta hendi á sumri 2013 í Sirkus.

Samstarvið við Bendar Spónir hevur verið ávegis í fleiri ár. Beiggi Kaj, Karl Anton Klein sáli arbeiddi við nógvum av teimum ungu tónleikarunum í Havn, m.a. við undirvísing á Margarinfabrikkini.

Kaj dámdi somikið væl samstarvirð, at hann avgjørdi, at teir skuldu spæla okkurt inn saman, men tað er ikki fyrr enn nú, at tað liggur fyri hjá øllum.

Bendar Spónir er ein bólkur av ungum monnum úr Havn, ið hevur spælt saman í áravís. Í fyrra árið gav bólkurin tvær LP’ir út. Eina við sínum egna instrumentala tónleiki, og eina saman við Kára Sverrissyni.