Uppliv kosmiska rúmið hjá Tróndi

Á Strandgade 91 í Keypmannahavn stendur Kosmiska rúmið hjá Tróndi Paturssyni, vit hava verið framvið og avmyndað tað á 360 stig mynd.

Íblásturin til hetta stórsligna verk var ein uppliving hjá Tróndi, eina náttina á hansara ferðum á heimshavinum saman við Tim Severin, tá flakin hjá teimum var við at søkka.

Trýst á myndina niðan fyri, og flyt músina, so kanst tú hyggja runt inni í rúminum.