Væleydnað Pride

Mynd: Ólavur Frederiksen, Faroephoto

Nógv fólk vitjaði Faroe Pride í dag, tá gingið var frá Gundadalshøllini og oman á Vaglið, har ymiskleikin varð hátíðarhildin við røðum, tónleiki og heiðurslønum.

Primus Motor í stríðnum fyri javnrættindi seinastu árini Eiler Fagraklett varð heiðraður við heiðurslønini, sum ársins samkyndi, ella ársins Rólant, sum heiðurslønin eitur.

Heiðurin ársins hinkyndi, æt í ár, Ársins Hinkyndi +, tí í og við at tað vóru ungmannafeløgini Sosialistiskt Ungmannafelag, Ungt Samband, Unga Tjóðveldi og Framsøkin Ung, ið fingu heiðurslønina, so er talan um feløg, ið bæði hava samkyndar og hinkyndar limir.

Sirkus varð somuleiðis heiðrað á tiltakinum við ársins Miðlaprísi.

 

Sí videoklipp niðanfyri frá tiltakinum.