Valstríð fyri skattapengarnar

Nógv kjak hevur verið um, hvørt tað er rætt, at løgtingslimir brúka embætið til valstríð. Breið semja tykist at vera um, at hetta ikki er hóskandi. Men so er ikki í Tórshavnar kommunu, ið ikki smæðist at promovera borgarstjóran, ið er uppstillaður til løgtingsvalið.

Tá Ellisheimið hevði hátíðarhald í sambandi við 80 ára dagin hjá heiminum, var borgarstjórin, sum vera man eisini við. Hetta vóru aðrir býráðslimir eisini, eitt nú Helena Dam á Neystabø og Marin Katrina Frýdal, tað sæst á einari av myndunum

Man kundi hildið, at borgarstjórin royndi at halda lágan profil, fyri ikki at reka valstríð fyri skattapening í Havn. Men so er ikki, á heimasíðuni torshavn.fo og Facebooksíðuni hjá kommununi eru í morgun lagdar seks myndir út frá hátíðarhaldinum. Ístaðin fyri at lýsa hugnaligu samkomuna, hava allar seks myndirnar eitt til felags, tað er, at Heðin Mortensen, valevni Javnaðarfloksins er á teimum. Hetta er ikki ein myndafrásøgn frá hátíðarhaldinum, men ein frá Heðini á hátíðarhaldinum.

Forkvinnan í mentanarnevndini Helena Dam á Neystabø, ið eisini er uppstillað slapp bert á eina av myndunum, men tað var nokk tí, at hon av tilvild stóð við síðurnar av Heðini.