Varðveitið Als farloyvisskipanina

Mynd: kvf.fo

At avtaka ella broyta Als-farloyvisskipanina til tað verra er eitt vánaligt hugskot, tí farloyvisskipanin hjá Als hjálpir langtíðararbeiðsleysum út í arbeiðið aftur. Tað eru serliga tilkomnar kvinnur í ávísum økjum í landinum, sum vera hart raktar. Feløgini í Samtak mæla løgtinginum staðiliga frá at avtaka ella broyta skipanina um farloyvi, tí hon er við at hjálpa fólki út aftur á arbeiðsmarknaðin.

At seta mark fyri, nær ALS skal kunna skipa fyri farloyvisstørvum, meta vit vera ivasamt, tí skipanin hevur hjálpt fleiri persónum at koma aftur út á arbeiðsmarknaðin.

Feløgini í Samtak heita tískil á løgtingið um at lata vera við at samtykkja broytingar í farloyvisskipanini, tí skipanin er góð, hon riggar væl og fleiri sum hava nýtt farloyvisskipanina, hava fingið varandi tilknýti til arbeiðsmarknaðin.

Skipanin má ikki gerast óvirkin, tí brúk er fyri skipanini. Hon er eitt gott og alternativt arbeiðsávísingartiltak, sum gevur arbeiðsleysum arbeiði.

Seinnu árini er nýtslan av farloyvisskipanini vaksin ár undan ári – í 2014 fingu 44 arbeiðsleys arbeiði gjøgnum farloyvisskipanina.

Upplýsingar frá ALS vísa, at tað í serligan mun vóru arbeiðsleysar kvinnur á bygd og langtíðararbeiðsleys, sum fingu hesi arbeiði í 2014.

Farloyvisskipanin hevur somuleiðis ta positivu ávirkan á arbeiðsloysi í landinum, at 50% av teimum sum fáa farloyvisstarv koma ikki innaftur í arbeiðsloysisskipanina.

Ivasamt er eisini, um tey tøl, sum fyrisitingin í Als borðreiðir við í mun til farloyvisskipanina eru heilt røtt.

Fyri ein arbeiðsleysan kann farloyvisskipanin vera tað sum ger munin um viðkomandi kemur á arbeiðsmarknaðin ella ikki.

Als má taka sína ábyrgd í álvara, og varðveita hesa skipan, tí nógv av teimum, sum hava brúkt hana, høvdu annars verið munandi longri arbeiðsleys.

Hesi enda í Almannaverkinum, sum langtíðararbeiðsleys, sum framyvir fara at hava uppaftur verri við at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin aftur.

Samtak