Várfólk heldur fram í kvøld

Spælimansfestivalurin Várfólk legði fyri í gjár við eini framúr góðari framførslu við Hanus G. og Jógvan Andrias, og í kvøld heldur tiltakið fram við Holgar og Black Sheep.

Hanus G. Johansen og Jógvan Andrias Joensen kavaðu niður í sín lagaskatt og spældu saman og hvør sær. Løtan var einki minnið enn frálík. Serliga áhugavert var, at Hanus kavaði niður í løg, ið hann ongantíð áður hevði spælt, og konsertin bleiv á tann hátt heilt serlig. Men eisni Jógvan Andrias, ið ikki hevur verið líka virkin sum trubadurur seinnu árini, hevði nógv nýtt við í skjáttuni.

Í kvøld mikukvøldið heldur festivalurin á, tá trubadururin úr Sørvági Holgar fer á pall, Holgar stendur altíð fyri eini minniligari løtu. Umframt Holgar fer eisini bólkurink Black Sheep á pall í Reinsarínum.

Í annaðkvøld endar Várfólk við einum braki, har Lív Næs, Yggdrasil og Spælimennirnir í Nólsoy fara á pall. Allar konsertirnar byrja kl. 20.