VETRARJAZZUR VERÐUR EISINI Í REINSARÍNUM

Vetrarjazzur verður fyri 7. ferð í døgunum 27. januar til 1. februar 2015, og eitt av spælistøðunum verður Reinsaríið.

Umframt 20 bólkar úr tað blómandi jazztónleikalívinum í Føroyum, vera eisini fleiri vitjandi bólkar og solistar: Focus (NL), Espen Berg Trio (NO), Arnold Ludvig (DK/Togo/FR), Frisk Frugt (DK), Amine Nouri (Tunis).

Havnar Jazzfelag, sum skipar fyri festivalin hevur eisini bjóðað veteraninum, manninum handan Tórshavnar Jazz-, Fólka-, og Bluesfestivali  Brandi Øssurssyni at spæla.

Samstundis hevur Brandur givið Vetrarjazz loyvi at nýta gamla búmerkiið hjá Tórshavnar Jazz-, Fólka-, og Bluesfestivalin frá 1984

Konsertir verða í Tórsgøtuøkinum: Reinsarínum, Hvonn, Sirkus og Kaffihúsinum í Vágsbotni.

Harumframt eru konsertir í Norðurlandahúsinum leygardagin 31. januar og sunnudagin 1. februar.

31. januar vera konsertir frá kl 14-22 í Norðurlandahúsinum, har m.a. legendariski hollendski bólkurin Focus við Tijs van Leer fer at spæla. Millum mongu hittini hjá Focus, sum eru spæld nógv í Føroyum, kunnu nevnast løgini Sylvia og Hokus Pokus o.fl.

Sunnudagin 1. februar verða barnakonsertir í Norðurlandahúsinum. Tað er navnframa Jensina Olsen skipar fyri barnakonsertini, ið hon kallar  “BarnaTammTamm”.

Atgongumerki til Vetrarjazz 2015 kunnu keypast í forsøla. Billetsølan byrjar týsdagin 11. November kl. 10.00 á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum  www.nlh.fo ella í Tutl á Káta Horni í Havn.
Vitja Vetrajazz á Facebook

Skráin í Reinsarínum og Perluni er hendan

Hósdagur 29.1

Reinsaríið
19.00 4 solistar: David Mumi (gittar), Ernst Remmel (trompet), Angelika Nielsen (violin), Andrias (klaver) – Torleiks opgave

20.00 Gø: Kristian Pauli Ellefsen (klaver, synth), Ólavur Gaard (gittar), Árni Jóhannesson (bass), Hjørtur Pætursson Háberg (trummur)

21.00 Tjant:Heðin Ziska Davidsen (gittar), Mikael Blak (bass), Brandur Jacobsen (trummur), Per I. Højgaard Petersen (percussion)
22.00 Espen Berg Trio: Espen Berg (klaver), Bárður Reinert Poulsen (bass), Simon Olderskog Albertsen (trummur)
23.00 Alda Magna: Kim Kristensen (klaver), Leivur Thomsen (gittar), Bjarki Meitil (bass), Rógvi á Rógvu (trummur)

Fríggjadagur 30.1

Reinsaríið
19.00 Edvard Nyholm Debess Kvartett: Edvard Nyholm Debess (bass, sang), Finnur Hansen (piano, keys), Ólavur Olsen (trompet, flugelhorn), Rógvi á Rógvu (trummur)

20.00 Richard Andersson Icelandic Trio: Oskar Gudjonsson (saksofon), Richard Andersson (bass), Matthias Hemstock (trummur)

21.00 Frisk Frugt:  Anders Lauge Melgård (multiinstrumentalistur)

22.00 Arnold Ludvig Sextet: Arnold Ludvig (bass), Mariane Bitran (floytu), Simon Spang-Hanssen (saksofon), Alain Apaloo (guitar), Steen Rasmussen (klaver), Niclas Campagnol (trummur)

24.00 Havnarmenn: Sámal Lindenskov (gittar), Mortan Zachariassen (saksofon), Eyðun Johannesen (bass), Heini Fosaa (trummur)

01.00 Vágsbotnur South African Jazzband (jam band)
Angelika Nielsen (violin), Heðin Ziska Davidsen (gittar), Kristian Blak (klaver), Mikael Blak (bass), Per I. Højgaard Petersen (trummur), Anders Lauge Melgård (multiinstrumentalistur)

Perlan
23.00 Fly Me to the Moon: Dánial Gomez (sang), Finnur Hansen (klaver), Edvard Nyholm Debess (bass), Rógvi á Rógvu (trummur), Ólavur Olsen (trompet), Mortan Zachariassen (saksofon), Atli Petersen (trombone)

Leygardagur 31.1
Reinsaríið
23.00 Yggdrasil: Kári Sverrisson (sang, gittar), Angelika Nielsen (violin), Heðin Ziska Davidsen (gittar), Kristian Blak (klaver), Mikael Blak (bass), Brandur Jacobsen (trummur)

24.00 Kims Jamband