Klipp trø og runnara móti gøtu og vegi

Við heimild í Vegalógini grein 103 um almennan veg og grein 47 um privatan felagsveg, heitir Tórshavnar kommuna á øll, ið eiga garðar út móti almennum vegi, har træ- og runnavøkstur hevur breitt seg út á vegaøkið, um skjótast at klippa og skerja sambært galdandi ásetingum.

Klippast skal ájavnt við mark, yvir gongu- og súkklubreyt og vegøksl skal fríhæddin vera 2,5 metrar, meðan hæddin yvir koyrivegi skal vera 4,2 metrar. Og tá skal fyrivarni takast fyri, at regn og kavi kunnu tyngja greinarnar niður.

Les meir her