VIDEO: Føroyar og hvalarnir – altjóða dokumentarur

Dokumentaristurin Mike Day hevur brúkt fýra ár upp á at gera dokumentar um Føroyar og hvalarnar. Nú skal filmurin liðugtgerast. Sí brellibita her.

Kickstarter.com er ein av størstu ‘crowdfunding’ síðunum í heiminum, har alskyns íverksetarar og listafólk vísa fram sínar verkætlanir fyri at fáa til vega fígging at fremja tær í verki. Í løtuni er skotski filmsskaparin Mike Day í holt við at savna inn pening á Kickstarter fyri at fáa gjørt sín dokumentar um Føroyar lidnan.

Dokumentarurin nevnist “The Island and the whales” og hevur til endamál at lata heimin kenna tann føroyska vinkulin upp á sakina. Hann hevur brúkt tey síðstu fýra árini upp á at gera upptøkurnar, men nú hevur hann brúk fyri at fáa gjørt hann heilt lidnan og kláran at vísa heiminum. Hygg eftir brellibitanum niðanfyri og vitjað hansara verkætlanarsíðu á Kickstarter.com her.

Sí brellibitan á Kickstarter her: