Vinn fyrstu eplini úr Vakstrarhúsinum í Sandavági

Fyrstu, føroysku eplini úr Vakstrarhúsinum í Sandavági eru nú klár, og hesa vikuna verða tey seld í Vágsbotni í Havn.
Tað serliga við hesum eplunum er, at tey verða dyrkað inni og í pottum.

Hósdagin 25. juni fara fólk úr Vakstrarhúsinum og av Miðla- og sølubreytini í Fjølsmiðjuni at selja nýupptikin epli. Tá verður eisini høvi hjá fólki at vinna tey allarfyrstu eplini úr Vakstrarhúsinum. Tað einasta, ið skal til er, at leggja navnið hjá tær í ein kassa, og so ert tú við í lutakastinum um ársins fyrstu, føroysku epli úr Vakstrarhúsinum.

Eplini vórðu sett niður um hálvan mars, og tey hava staðið í pottum í umleið 12 vikur. Tað vil siga, at hesi eplini vaksa í skipaðum veðurlagi óheft av føroyska veðrinum, sum vit vita, kann vera sera skiftandi.

Eplini verða sett niður í svørtum pottum, so at tey ikki fáa ov nógv ljós. Pottarnir taka umleið 15 litrar av mold og geva á leið 20 fold.

Fýra sløg at eplum verða dyrkað. Tey eru Destiny, ið er eitt ljóst epli; eitt av eyðkennunum er, at epli hevur “reyð eygu”.

Blue Congo. Tað, sum eyðkennir tey, er tann serstaki myrkavioletti liturin. Hesi eplini hava ein søtan smakk.

Folva eru rund ella oval epli, ið hevur ein gulligan lit.

Asparges eplini eru avlang og hava góðan smakk og egna seg sera væl sera væl til salat og annað. Tó er ivasamt, um hesi eplini verða klár hesa vikuna, tí tey taka eitt sindur longri tíð.

Eplini verða seld í 2 kg posum og kosta 40 krónur fyri posan.